þriðjudagur, júní 03, 2008

ÉG STÓÐST EKKI MÁTIÐ

"Orðblendingar"
Av misgáum, ella kanska eisini fákunnu, kemur tað stundum fyri, at nýggj "orð" gjørd úr pørtum av øðrum orðum, stinga seg upp. Tað var ikki sørt, at tú hevði hug at hvøkka við, tá ið hetta hoyrdist í eini sending: "tað er ikki nakað, vit kunnu "útrika"". Helst mundi lesarin vera mismæltur, men løtu seinni var sama "orð" aftur at hoyra. Hetta er eyðkendur "orðblendingur". Fyrri partur man vera fingin framman av orðinum útinna ella útrætta og seinni partur aftan av orðinum avrika. Vit noyðast javnan at gera nýggj orð, har ið eingi eru fyri, men ongar áneyðir skuldu verið at gjørt orð, tá ið nóg góð orð eru til. Ivaleyst man hetta hava verið mistak hjá høvundinum, men tað átti so ikki at sloppið ígjøgnum málsliga eftirlit teirra, ið skipa fyri sendingunum.

Engin ummæli: